Tað var dramatikkur og vandi á ferð, tá bjargingartyrlan hjá Atlantsflog leygarnáttina var eftir einum manni á Skagakletti, sum hevði brotið armin.
Skagaklettur var staddur 130 fjórðingar í ein landnyrðing úr Vágum.
Hans Erik Jaocbsen, flogskipari, greiddi í útvarpinum klokkan 14 frá, at teir høvdu kava og keðiligt veður á veg út til Skagaklett. Men tað gekk kortini væl at fáa bjargaran niður á Skagakletti, hóast hann rullaði illa. Teir fingu skadda mannin og bjargaran upp frá í øllum góðum, men tá teir vóru komnir hálva leið upp, kom veirurin fastur í høgru skíðina á tyrluni. Kranførarin stríddist við at fáa veirin avaftur, men hann fekk hann ikki leysan aftur. Ov nógv spenn var á - bæði millum kranan og skíðina og niðanfyri skíðina. Hann bað tí flogskiparan seta menninar niður á sjógvin.
Tyrluskiparin setti menninar á sjógvin, og kranførarin fór út á síðina og fekk loyst veirin. Eftir at hava ligið í einar sjey minuttir á sjónum, vórðu bjargarin og skaddi maðurin fingnir upp í tyrluna í øllum góðum.
Samrøðan við Hans Erik Jacobsen kann hoyrast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum VIÐ AT TRÝSTA HER