Ein seinasta roynd hjá Tjóðveldi at forða fyri, at Landsbankin verður avtikin, miseydnaðist í Løgtinginum fyri løtu síðani.
Flokkurin skjeyt upp at taka av lógina, sum Løgtingið samtykti í vetur um at taka av lógina um Landsbankan. Men tá atkvøtt varð, atkvøddu 13 tinglimir fyri og 17 ímóti.
Tjóðveldið hevði eisini skotið upp at seta úr gildi lógirnar, sum Tingið samtykti í vetur um Búskaparráðið, Arbeiðsmarknaðargrunnin og gjaldføris- og skuldarumsitingina hjá landinum. Men tey uppskotini vunnu heldur ikki frama. 12 tinglimir atkvøddu fyri hesum uppskotunum.