Bjargingarroynd á vánni í Miðvági

Tyrlan hjá Atlantsflog fer at bjarga fýra - fimm persónum upp úr sjónum á Vestanstevnu

Tiltøkini á Vestanstevnuni í Miðvági verða ymisk og fjøllbroytt. Eitt av teimum ókeypis tiltøkunum er bjargingarroynd við tyrluni hjá Atlantsflog. Hetta verður á vágni í Miðvági leygardagin kl. 14.30 ella beint eftir sjálva setanina av stevnuni.

? Í hesi bjargingarroyndini fer tyrlan at samla upp einar fýra - fimm persónar úr sjónum, sigur Eyðstein Jacobsen, mekanikari á tyrluni.

? Ein maður verður loraður niður úr tyrluni við hoyst-krananum og skal so savna ein og ein mann upp í tyrluna. Vit gera hetta júst sum um tað var ein verulig hending.

Tað er manningin á tyrluni hjá Atlantsflog, sum verða við í venjingini. Offrini eru kortni frá Statens Luftfartsvesen.

Á tyrluni hava teir venjingar umleið einaferð um vikuna, men vanligt hava teir ikki venjingarnar alment. Onkur venjing hevur tó verið almenn áður - millum annað, tá ið teir vóru í Koltri.

Á Vestanstevnuni fáa øll áhugað møguleika at vera við at síggja hesa ókeypis bjargingarroyndina.