Hóast mjørkin liggur tjúkkur um Havnarvág í dag, er Nólsoyarfjørður karmur um tvær stórar bjargingarroyndir í dag Nú Útnorðurráðið skipar fyri stórari ráðstevnu um tilbúgving fyri norðurlendskum parlamentarikarum, leiðarum og serfrøðingum í hesum døgum, verður eisini, fyri fyrstu ferð nakrantíð, skipað fyri einari felags bjargingarroynd fyri bjargingartænastur í Íslandi, Danmark og Føroyum í dag. Endamálið við royndini er at kanna menningar- og samstarvsmøguleikarnar hjá sjálvbodnu bjargingartænastunum í ávikavist Føroyum og Íslandi. Rógvi Finnson Johansen, sum er samskipari á Tilbúgvingarstovni Føroya, fortelur fyri Portalinum, at 50 íslendingar eru komnir til Føroyar við ferðamannaskipinum Sæbjørn, sum er venjingarskip til høvið. Trý sjóbjargingarskip eru við í venjingini, okkara Tjaldur, íslendska Tyr og danska Hvidbjørnen. Í venjingini úti á Nólsoyarfirði, var ferðamannaskipið komið í óføri, og manningin rýmd av skipinum. Eftir stóðu neyðstøddu ferðafólkini, sum vóru ráðstevnuluttakarar, í einum brennandi skipi. Íslendskir og føroyskir roykkavarar fóru umborð, og bjargingin eydnaðist til fulnar. Tilsamans eru 80 fólk við, umframt manningarnar á bjargingarskipunum. Eisini eru tveir nýggir bjargingarbátar við, nevniliga Lív úr Suðurstreymi, og Ziska úr Norðuroyggjum.
- Viðrar, fara vit suður í Lonina millum Sand og Skopun í morgin. Har síga tey við ferðafólkum í 300 m. hædd. Tá hendir eitt óhapp, har tvey fólk koma til skaða. Annað skal lorast upp, meðan hitt skal bjargast frá sjónsíðuni, sigur Rógvi Finnson Johansen.
Enn ein bjargingarroynd verður seinnapartin í dag úti á vánni.