Landsstýrið fyrireikar málið, so at føroyska fíggjarkervið fær møguleika at luttaka í nýggjari skipan, ið skal tryggja fíggjarligan stabilitet Danska ríkisstjórnin arbeiðir við einum lógaruppskoti, ið hevur til endamáls at skapa stabil fíggjarlig viðurskifti í Danmark.
Fíggjarmálaráðið hevur sett seg í samband við føroysku peningastovnarnar og líkt er til, at teir eru sinnaðir at luttaka í skipanini, sigur fíggjarmálaráðið. Higartil hava Eik og Norðoya Sparikassi tikið av.
Danska stjórnin miðar ímóti at leggja lógaruppskot fyri Fólkatingið 9. oktober, og fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú undir at fyrireika málið, sum landsstýrið tekur undir við, til framløgu í Løgtinginum, sigur fíggjarmálaráðið.
Uppskotið skal tryggja, at innskjótarar og allir vanligir ognarar annars, ið hava pening tilgóðar hjá peningastovnunum, fáa fulla trygd fyri teirra peningi.










