Almenna leitingin eftir Rólanti Nónfjall er endað, men tó er øll leiting ikki steðgað.
Løgreglan hevur boðað frá, at almenna leitingin eftir Rólanti Nónfjall, ið hvarv sunnudagin, er endað.
Øll leiting er tó ikki steðgað.
- Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag er ikki steðgað við leitingini, um enn leitað ikki verður við eins stórari styrki, sum í byrjanini, sigur Niels Petur Midjord frá Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag.
-Vit hava ikki ætlanir um at steðga, og hildið í hvussu er á í nakrar dagar afturat, sigur Niels Petur Midjord.










