Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag heitir á fólk í Vági um ikki at ganga á ísinum á vatninum. Tey skriva soleiðis:
"Góðu Vágbingar og gestir.
Nú tá íð vatnið vesturi á Eiðinum er byrjar at frysta, og fólk umhugsa at fara út á ísin, vilja okur í Bjargingarfelagnum sterkt frámæla tykkum hetta.
Fólk hjá okkum hava verið og kannað ísin í dag, og sum myndin vísur, er hann ikki meira enn 4 cm tjúkkur.
Reglurnar í grannalondunum hjá okkum siga, at ísurin skal vera 18 cm tjúkkur fyri at tað skal vera trygt at ganga á honum. So góðu tykur øll:
haldi tykkum frá at fara út á ísin.
Okur vilja eisini nýta høvið til at ynskja tykkum øllum eitt trygt og gott nýggjár."
Vinarliga
Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag