Bjargingarfelag fær egin høli

- Umframt, at vit nú fáa okkara egnu høli, fáa vit eisini bjargingarbát til heystar, sigur Zacharias E. Zachariasen.

Bjargingarfelagið fyri Sandoyar sýslu fær nú síni egnu høli, sum í fyrsta lagi skulu brúkast til at goyma amboðini í, sum felagið eigur.

 

Í heyst fær felagið eisini bjargingarbát, sum verður 6,80 metrar langur og slakar 2,50 metrar breiður. Báturin, sum Polarcirkel í Noregi byggir, fer at hava tveir 115 HK viðfestimotorar og fer helst at sigla einar 25-30 sjómíl um tíman.

 

Formaðurin í bjargingarfelagnum, Zacharias E. Zachariasen, sigur, at teir í umleið hálvt annað ár hava átt bjálvaði elementir til felagsbygningin, sum teir keyptu frá Løvu Betong við Norðskála.

 

- Í síðstu viku vórðu elementini til bygningin reist og fest, og til endamálið høvdu vit leigað stóran krana frá Mekanik í Runavík.

 

Zacharias E. Zachariasen sigur, at ætlanin er at inniloka bygningin sum skjótast. Sperrur skulu smíðast og reisast, tak skal leggjast á, og vindeygu skulu setast í.

 

- Umframt at vit skulu hýsa okkara útgerð í bygninginum, fáa vit eisini køk, wc, brúsu og umklæðingarrúm. Skilaveggirnir eru settir upp við betongelementum.

 

Zacharias E. Zachariasen sigur, at bjargingarfelagið eigur góð hydraulisk klippiamboð, sum verða brúkt, um fólk koma soleiðis fyri, at tey sita føst í bili. Hesi amboð hevur felagið átt í fleiri ár, og tey kunnu vera sera hent, tá brúk er fyri teimum.

 

- Tað eru limirnir og tann stuðul, sum vit fáa frá løgtinginum, sum ber felagið fíggjarliga. Allur stuðul er kærkomin, sigur Zacharias E. Zachariasen, formaður í Bjargingarfelagnum fyri Sandoyar sýslu, sum er stovnað hin 17. september í 1978.