Bjargingarfeløgini aftur til arbeiðis

Nýggj avtala er gjørd, so nú eru tey aftur tøk til leiting og bjarging

Í dag hava Trygd og Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg, LFB, skrivað undir nýggja tryggingaravtalu, sum merkir, at sjálvboðin bjargingarfólk eru tryggjaði á ein nøktandi hátt í sambandi við teirra virksemi í føroysku tilbúgvingini.

 

Tað boðar LFB frá í beint nú.

 

Tryggingaravtalan hevur samtíðis við sær, at bjargingarfeløgini aftur eru tøk í tilbúgvingini til leiting og bjarging á landi og á sjógvi.

 

- Arbeiðið hjá bjargingarfeløgunum varð niðurlagt í november tí tryggingarviðurskiftini ikki vóru í lagi. Men nú eru tryggingarviðurskiftini nøktandi, og tí verður arbeiðið hjá bjargingarfeløgunum tikið upp aftur.

 

Tryggingaravtalan inniber, at sjálvboðin bjargingarfólk, sum eru skrásett í einum bjargingarfelagi, og sum koma til skaða í átøkum á landi ella á sjógvi, ikki hava inntøkumiss í sambandi við óarbeiðsføri. Treytin fyri endurgjaldi er, at bjargingarfólkini er fevnt av arbeiðsskaðatryggingarlógini.

 

Formaðurin í LFB, Regin Jespersen, sigur, at tey  hava fingið eina góða tryggingaravtalu, ið er til gagns fyri sjálvboðin bjargingarfólk, sum gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiðið fyri tilbúgvingina í Føroyum.

 

Tryggingaravtalan skal endurskoðast í heyst, og tá verður virksemið hjá bjargingarfeløgunum formfest við góðskuskipan. Endamálið er somuleiðis, at dagføra yvirskipaða samstarvið millum LFB og Fiskimálaráðið.