Bjargingarfeløg hættaðu sær ikki út

- Ta einu løtuna sunnunáttina var veðrið í Fuglafirði so ringt, at bjargingarfelagið helt tað ikki vera ráðiligt at fara út um dyrnar, sigur løgreglan í Havn

Skaðaveður

Leygarkvøldið og sunnunáttina vaks hann rættiliga vindin høgt, samstundis sum tað fór at kava rættiliga illa.
Eftir midnáttarleitið gjørdi herviligi stormurin um seg fleiri staðni kring landið, bæði í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Útideyðaveður
Fleiri staðni kring landið hendu smærri og størri stormskaðar, tó ikki so, at hús fórust illa.
Takplátur rivu, okkurt vindeyga fór, og onkur hurð á bilhúsi kundi heldur ikki standa ímóti nógva vindinum.
Onkustaðni slitnaðu endar hjá skipum, sum lógu við bryggju, men tíbetur hildu aðrir endar, so skaði ikki stóðst av hesum.
Løgreglan í Havn sigur, at bjargingarfeløg kring landið royndu at hjálpa fólki eftir førimuni, men ta einu løtuna var veðrið í Fuglafirði so ringt, at bjargingarfelagið helt tað ikki vera ráðiligt at fara út um dyrnar.
Sum skilst, táttaði vindmegin sunnunáttina upp í seksti metrar rum sekundið, har ringast leikaði á.
Tað er av allar ringasta veðri og rættiligt skaðaveður.

Góð hjálp
At bjargingarfeløg eru tøk undir slíkum umstøðum og eru til reiðar at hjálpa til, har á stendur, er við til at avmarka skaðarnar.
Líka so umráðandi, sum tað er, at einki leyst liggur og rekst í slíkum veðri, er tað umráðandi, at hond verður tikin um, har skaðar henda, so tilfar, sum skæðir seg leyst, ikki liggur og fýkur húsanna millum.