Bjargingarbátur fer nú at sigla við nólsoyingum

Strandferðslan hevur funnið eina neyðloysn

Tað verður bjargingarbáturin, Tanum, hjá  Havnar Bjargingarfelag, sum nú fer at sigla við ferðadfólki ímillum Nólsoy og Havnina. Vit hava fingið at vita, at Strandferðslan hevur fingið Tanum, at sigla ímillum Nólsoy og Havnina og báturin er beint nú á veg til Nólsoyar.

Hetta er ein neyðloysn hjá Strandferðsluni, eftir at Erla Kongsdóttir enn einaferð mátti takast úr sigling, tí ein rútur brotnaði.

Les meiri um tað her:  Aftur ein rútur brotin á Erlu Kongsdóttir