Bjargingarætlan klár: SAS fær milliardaupphædd

Flogfelagið SAS keypir sær 19-24 mánaðir við pengum við bjargingarætlan, metir greinari.

 

Ein milliardstór bjargingarætlan hjá SAS er umsíðir komin endaliga upp á pláss. Tað upplýsir flogfelagið í fráboðan í morgun.

SAS hevur eins og onnur í flogvinnuni verið undir hørðum trýsti av koronufarsóttini og hevur verið noytt at útvegað pengar uttanífrá fyri at klára seg gjøgnum kreppuna.

Bjargingarætlanin hevur í sær bæðir stóra partabrævaútgávu, og at lánveitarar niðurskriva partar av útistandandi fyri at fáa partabrøv í flogfelagnum.

Tilsamans snýr tað seg um 8,6 milliardir krónur.

Svcenski og danski staturin, sum eru partaeigarar í SAS, hava stuðlað bjargingarætlanini og hava veitt hvørt sína milliardaupphædd.

Tað merkir, at statirnir nú økja sín ognarlut, so báðir statirnir nú eiga 21,8 prosent hvør av flogfelagnum.

Partabrævagreinarinin hjá Sydbank, Jacob Pedersen, sum fylgir væl við flogvinnuni, metir, at pengarnir frá bjargingarætlanini »keypa« SAS 18-24 mánaðir, tí útlitini fyri flogvinnuna eru óviss.

– Vit vænta, at flogferðslan fer at vaksa spakuliga, men nógv bendir á, at tað ikki reiðiliga kemur gongd á fyrr enn í 2021.

– Tað er tí sannlíkt, at SAS má økja um spariætlanirnar, sigur hann í viðmerking.

Bjargingarætlanin hevur verið sera dýr fyri partabrævaeigararnar, tí partabrøvini eru niðurskrivað partabrøvini við umleið 95 prosentum.

/ritzau/