Tilbúgvingin í amerikanska statinum Kansas virkar ikki, tí herurin er farin við bjargingarútgerðini.
Um vikuskiftið varð amerikanski staturin Kansas illa herjaður av meldurhvirlum, sum kravdu tólv mannalív og gjørdu stóran skaða.
Meldurhvirlurnar fóru serliga illa við bygdini Greensburg, sum er 175 kilometrar vestan fyri høvuðsbýin í Kansas, Wichita. Har doyðu tíggju fólk, og at kalla øll bygdin varð javnað við jørðina.
Men tað hevur víst seg at vera sera trupult hjá teimum ringast raktu at fáa nakra hjálp frá myndugleikunum, skrivar AP, og guvernørurin í Kansas, Kathleen Sebelius, sigur, at myndugleikarnir fáa ikki gjørt so nógv, tí herurin er farin við bjargingarútgerðini.
-Útgerðin er farin við herinum til Irak, og tað er ein stórur trupulleiki, tí nú hava vit tørv á henni her, sigur guvernørurin. Sum skilst hava bjargingarliðini ongar tyrlur og ongar lastbilar, og tørvur er eisini á aðrari útgerð.










