Í dag 21. mars 2012 gevur Posta út eitt smáark við tveimum frímerkjum á 10,50 kr.
Útgávan er liður í norðurlendskari frímerkjarøð sum fevnir um árini 2010, 2012 og 2014.
Evnið á útgávunum er Norðurlond við havið og í ár er undirheitið Bjarging á sjónum.
Edward Fuglø hevur teknað føroyska smáarkið, sum vísir ein bjarginarbát í havsneyð og tyrlu sum kemur til hjálpar.