Í gjár var ”Síging í Sandoynni” evnið á eini forvitnisligari framsýning í ovaru hæddini í bókasavninum í bygninginum hjá Sands kommunu.
Her vóru myndir av Lonini, síging og ræning, og her kundi tú síggja nýggjari og eldri útgerð til síging.
Umframt sjálva framsýningina, vórðu eisini fyrilestrar hildnir, og høvi var at tosa um gamla og nýggja bjargamentan.
Tað vóru Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen, sum hildu fyrilestrarnar.
Tiltakið var alment, og væl av fólki var og lýddi á.
Í samband við høvi helt Lonafelagið eisini sín árliga aðalfund, eins og felagið útnevndi heiðurslimir, sum hava verið virknir í Lonini árini, síðan felagið varð stovnað.