37 ára gamli Louis Jordan fór í januar mánað ein túr at fiska, men hann kom ikki heim aftur. Pápi hansara meldaði hann saknaðan, men myndugleikarnir funnu hann ikki.
Men Skírishósdag kom eitt bingjuskip fram á mannini eini 300 kilometrar úr landi í South Carolina, hagani hann var farin at fiska, og boð blivu send eftir amerikansku sjóverjuni. Báturin hjá honum var blivin í ólagi, og hann dugdi ikki sjálvur at gera bátin aftur.
Ein tyrla fór út eftir Louis Jordan, og hann hevur tað eftir umstøðunum stak gott. Hann hevur hesar 66 dagarnar livað av ráum fiski og av at drekka regnvatn, skrivar CNN.