Seks fólk, harav tvey børn, róku leygarnáttina fyri vág og vind í einari jollu, sum hevði fingið motorsteðg.
Hendingin fór fram norðan fyri grønlendska býin, Ilulissat - á einari leið, har nógv sker eru.
Arktisk Kommando sigur í tíðindaskrivi, at tey sendu ein hjálparbát av sjóverjuskipinum, Lauge Koch, tá tey klokkan 03.34 um náttina fingu neyðarkall um jolluna.
Ein sjálvvirkandi fráboðan um støðuna kom um skipanina - Garmin inReach - sum jollan hevði, og um eina støð í USA fekk Arktisk Kommando boðini.
- Fáar minuttir eftir fráboðanina sendu vit bát avstað, og her hevði lokali kunnleikin hjá løgregluni í økinum stóran týdning.
Arktisk Kommando vísir á, at við góðum samstarvi og góðari Garmin-útgerð eydnaðist tað at bjarga øllum seks fólkunum í jolluni.
Í tíðindaskrivinum, sum eisini Sermitsiaq endurgevur, verður víst á stóra týdningin av, at siglandi hava bjargingar-og neyðsendaraútgerð í lagi.











