Bjargaðu 223 fólkum: Fekk nakað at hugsa um

Tað er nógv, hann virðismetur ógvuliga høgt


Tað var eitt samanspæl sum gekk upp í eina hægri eind!

Tað sigur tvøramaðurin, Helgi Strøm. Hann er skipari á Eleonora Maersk, sum bjargaði 223 flóttafólkum úr Sýria í Miðjarðarhavi í heyst.

Nú hevur Tvøroyrar Kommuna gjørt av at heiðra hann fyri hetta bragdið og tað hendi á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri mánadagin.

 

Trýst HER og hoyr Helga Strøm greiða frá bjargingini

 

Helgi Strøm er takksamur fyri heiðurin, men hann sigur at hann eigur ikki heiðurin einsamallur.

 

- Manningin á Eleonoru Maerks taldist 23 mans, og eg deili hendan heiðurin við allar sum ein, segði hann tá ið hann tók ímóti heiðrinum.

 

- Tað var eitt samanspæl ið gekk upp í eina hægri eind. Nakrir bjargaðu, síðani vórðu tey kannað av øðrum, summu góvu teimum vatn, og uppaftur aðrir fylgdu teimum har sum tey skuldu vera.

- So var tað sjálvandi kokkurin og stewardurin sum gjørdu mat til 246 fólk, tá ið manningin er tald upp í.

- Og eitt toymi tók seg av teimum ið vóru illa fyri, tey vórðu leidd, koyrd umborð og á sjúkrahúsið. Maskinstjórin var einsamallur í maskinuni, og eg var einsamallur á brúnni, segði Helgi Strøm

 

Les eisini: Tvøramaður heiðraður fyri at bjarga 223 fólkum

 

Nú eru tveir mánaðir síðani bjargingina og Helgi Strøm sigur, at sjálvandi hevur hann ofta hugsað aftur á hesa hendingina.

- Og tað í øllum førum nógv, sum eg virðismeti ómetaligan høgt, sigur hann.

Hetta er viðurskifti, vit hava hug at halda eru so sjálvsøgd. Tað er sjálvandi fyrst og fremst familjan, friðurin, og at børnini kunnu fara út í garðin og spæla, uttan at hugsa um, at vandi er fyri bumbuálopi.

- Tað er heldur ikki neyðugt at hava styrkt stál innanfyri vindeyguni og at hava styrktar úthurðar. Vatnið er reint og vit hava nokk av mati, leggur hann afturat.

 

Hann nýtti eisini høvið til at takka familjuni, konu og børnum, mammu síni og verforeldrunum sum stuðla honum so væl, sum leingjast og bíða so tolin tá ið hann er burtur, og eru spent og glað tá ið hann kemur heim.

 

Helgi Strøm sigur, at tað, hann veit, eru flóttafólkini, teir bjargaðu, endað í ymsum londum í norðurevropa.

Hann hevur hoyrt um onkur, sum eru sloppin til Svøríkis og onkur vóru sloppin til Týsklands.