Ein 10 ára gomul amerikansk genta doyði, tá ið hon bjargaði tveimum smáum systrum frá at blíva yvirkoyrdar av einum bili, ið rullaði oman í móti teimum.
Tann 10 ára gamla gentan, Kiera Larsen, var í vanda fyri tí mest dyrabarasta hon hevði – lívinum – tá hon mánadagin sá, at tvær lítlar gentur vóru í vanda.
Kiera Larsen var sum ein stórasystur fyri tær báðar systrarnar, Emma og Adison Jenkins, ið bert vóru tvey ár, og tí var hon ikki í iva um, at hon mátti bjarga teimum.
Tann djarva gentan skumpaði tær lítlu systranar burtur, men tíverri slapp hon ikki sjálv undan at blíva yvirkoyrd av bilinum og varð alvarsliga skadd.
Tá ið hon kom til sjúkrahúsið, varð staðfest, at hon var deyð.