Bjargaði fýra brotsspørkum

Málverjin hjá føroyska U16-landsliðnum, Bárður á Reynatrøð, bjargaði fýra brotsspørkum í landsdystinum móti Íslandi.

Føroyska U16-landsliðið vann í dag móti Íslandi. Eftir vanliga leiktíð var støðan 1-1, eftir at Ísland legði seg á odda, áðrenn Gilli Samuelsen javnaði fyri Føroyar.

 

Farið var tí til brotssparkskapping. Føroyar høvdu longu vunnið ein dyst í menningarkappingini upp á brotssparkskapping, móti Norður-Írlandi, so vónirnar vóru góðar, tá farið var undir at skjóta.

 

Og væl gekk, serliga takka verið føroyska málmanninum, Bárði á Reynatrøð. Hann bjargaði ikki færri enn fýra brotsspørkum frá íslendsku leikarunum. Ísland skoraði upp á síni bæði fyrstu brotsspørk, meðan føroysku leikararnir misnýttu fyrsta brotssparkið, men vóru síðani tryggir.

 

Tá komið var til fimta brotssparkið var støðan tí 3-2 til Føroyar. Íslendski spælarin mátti skora, men Bárður á Reynatrøð bjargaði. Men meðan føroysku leikararnir fegnast, gevur dómarin boð um, at brotssparkið má takast um aftur. Tað broytti tó einki, málverjin bjargaði aftur, tó at íslendarin hesaferð royndi at seta bóltin í hina síðuna á málinum.

Føroyar vunnu sostatt eisini hesa brotssparkskappingina og fingu tí fýra stig í hesi menningarkappingini.