23 ára gamla norska sangarinnan Maria Mena hevur bergtikið allan europeiska tónleikaheimin við fløguni Cause and Effect, sum kom út í vetur.
Hása, stillføra og kortini kraftmikla røddin biður um at verða spæld ‘forfrá’ í fløguspælaranum ein fríggjadag seinnapart, meðan tú dansar runt í stovuni við einum kustaskafti. So er vikuskiftið bjargað!