Alt gekk væl, tá ið ein maður sigldi á land beint norðanfyri Fuglafjørð í gjárkvøldið.
Løgreglan sigur, at tað var klokkan 21.27 í gjárkvøldið, at ein maður ringdi og boðaði frá, at hann hevði siglt á land við Heimarugjógv beint norðanfyri Enni í Fuglafirði.
Tað var ein eldri maður sum var farin út í einum 27 fót glastrevjabáti, men var komin so illa fyri, at sigldi á land.
Enn er óvist, hví hann sigldi á land, men tað var kortini so heppið, at hann fekk bjargað sær upp á turt.
Hann hevði havt eitt kókiapparat standandi og fyri at gera ilt verri, koppaði tað, tá ið hann sigldi á land so tað kom eisini eldur í bátin.
Sløkkiliðið í Fuglafirðið varð boðsent og tey fingu skjótt bjarga manninum, sum var væl fyri eftir umstøðunum.
Báturin varð eisini sleipaður til lands, men hann hevur eisini fingið nakað av skaða av eldinum.
Á myndini sæst áleið, hvar maðurin sigldi á land. Enni er tað syðsta á norðaru síðu á Fuglafirði, beint har bryggjan endar og nakað norðanfyri er Heimaragjógv, har hann sigldi á land.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í kvøld.
Kortini mátti løgreglan upp í einaferð tíðliga í morgun, tá ið tveir mans komu til ilnar og annar skumpaði hin so illa, at hann fór aftur av og meiðslaði seg í høvdið av fallinum. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.
Maðurin, sum skumpaði, verður ákærdur fyri harðskap.