Bjargaðu tveimum gentum úr neyð í Suðuroy

Suðuroyar Norðara Bjargingafelag mátti til verka í gjárkvøldið tá í tvær gentur gingu seg í óføri

 

Um sjey tíðina í gjárkvøldið vóru boð eftir Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, tí tvær gentur vóru komnar í neyð vestanfyri á Suðuroy.

 

Talan var um tvær tannáringar úr Hvalba og av Tvøroyri, sum vóru farnar sær ein túr vestur á Fiskieiði í Hvalba, men komnar vestur har, funnu tær upp á at fara norðureftir undir berginum

Claus Olsen í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag sigur, at tær gingu so langt norður, sum tær sluppu. Tær komu norður ímóti Snjóstøðuni, men tá ið tær skulu heim aftur, er flóð komin á tær, so tær sluppu hvørki aftur ella fram. 

 

Claus Olsen sigur, at tað vóru foreldrini, sum boðaðu bjargingarfelagnum frá, tí tá ið genturnar ikki komu afturíaftur, kom órógv á tey. Tey vistu, hvagar genturnar vóru farnar, so tað var skjótt at finna tær og boðaðu so bjargingarliðnum frá.

 

Claus Olsen sigur, at tað var nakað at í sjónum, so einastu ráðini vóru at fara vestur við línu. Ein maður fór niður við útgerð og genturnar vóru so tiknar upp, ein og ein. Tað vóru eini 10 – 15 metrar at síga og tað gekk alt væl, sigur Claus Olsen.