Í gjár fór ein útróðrarbátur við tveimum monnum umborð knappliga at leka í Diskovíkini, norðan fyri Aasiaat í Grønlandi.
Menninir í søkkandi bátinum sendu út neyðarkall, lótu seg í yvirlivilsisdraktir og sluppu sær upp á havísin at bíða eftir bjargingini.
Tað var ein bjargingartyrla úr Kangerlussuaq, sum kom út og tók útróðrarmenninar upp av ísinum.
Útróðrarmenninir, sum eftir umstøðunum høvdu tað gott, vórðu fluttir á sjúkrahús í Aasiaat, har teir vórðu kannaðir.
Grønlendsku sjóvinnumyndugleikarnir boðaðu beinanvegin frá, hvør knattastøðan hjá søkkandi útróðrarbátinum er.
Tað skrivar grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag










