Bjarging
Tað var um reppið, at ein útróðrarmaður læt lív á Norðhavinum mánadagin. Av berari tilvild sigldi ein bátur úr Kollafirði við tveimum monnum umborð seg fram á ein føroyskt bygdan bát, sum lá ógvuliga tungur í vatnsskorpuni.
- Tað var keðiligt í sjónum, og vit høvdu avgjørt at gevast at fiska um middagin. Tá ið vit vóru einar fýra fjórðingar úr landi á veg inn í Eiðisflógva, helt Jens Joensen, sum var við mær, seg síggja eitthvørt undarligt í sjónum. Eg sá, at Jens bleiv við at standa og hyggja í bakborð. Vit vendu og fóru at sigla ímóti tí, Jens helt seg hava sæð. Fyrstu løtuna sóu vit einki aftur. Jens helt fyri, at kanska var tað ein boyða, hann hevði sæð. Men tá ið vit høvdu siglt eitt lítið bil aftrat, sóu vit ein føroyskt bygdan bát, sum var sokkin, men stóð steyrrættur í sjónum við forstavninum uppúr. Stundum var stavnurin undir, og stundum stóð hann uppúr vatnsskorpuni ? alt eftir, hvussu aldurnar gingu, sigur Christian Christiansen, sum eigur bátin, Elin C.
Hann sigur, at við vrakið flutu kassar, timbur, bjargingarvestar og stivlar.
- Í fyrstani sóu vit ongan mann. Tá ið vit sóu mannin, sum í alduni stundum fleyt omaná, og stundum var undir, hekk hann í bandinum, sum var bundið um stavnin á bátinum. Maðurin var í ongum vesti og ongum yvirlivilsisbúna.
Christian og Jens boðaðu beinanvegin MRCC Tórshavn frá tí, ið hent var.
Stutt eftir?
- Tá ið vit høvdu fingið mannin, sum var kaldur og ógvuliga illa fyri, uppí bátin hjá okkum, greiddi hesin frá, at báturin hjá honum, Norðstjørnan, hevði fingið ein sjógv og varð koppaður í einum. Hann hevði ikki havt stundir at latið seg í bjargingarvest ella nakað sum helst. Hann var lopin á bláman, sum hann stóð fyri ikki at fara til botns við bátinum.
Christian sigur, at maðurin segði lítið og einki ? uttan so, at teir spurdu hann.
- Hann var ógvuliga móður, men púra klárur. Eg haldi ikki, hann hevði fingið nakran serligan sjógv í seg, tí hann hostaði ikki., tó at hann stundum var undir og stundum omaná. Maðurin helt, at hann hevði hingið eina góða løtu í endanum í bátinum, tá ið vit komu fram á hann.
Christian heldur ikki, at maðurin hevði livað leingi aftrat,
um teir ikki av tilvild vóru komnir fram á vrakið í sjónum.
- Eg trúgvi neyvan, at maðurin hevði hildið út nógvar minuttir aftrat undir teimum sera ringu umstøðunum, ið vóru.
Sjálvur metir Christian, at vóru teir ein, tveir ella tríggjar minuttir seinni, var maðurin ikki á lívi.
Fleyt av luft
- Báturin var frambygdur og fleyt av luftini, sum stóð har frammi í húsinum. Tískil hekk hann við forstavninum uppi í sjónum. Christian Christiansen sigur, at tað var ógvuliga heppið, at bátsfelagi hansara, Jens Joensen, sá vrakið í sjónum.
- Vóru vit farnir framvið, er ilt at síggja, at nøkur vón hevði verið um bjarging, sigur bátseigarin.
Á Eiði stóð sjúkrabilur fyri teimum, tá ið teir komu til lands og flutti útróðrarmannin á Landssjúkrahúsið.