Sjáldan, um yvirhøvur nakrantíð áður, hevur veðrið verið so gott á ólavsøku sum í gjár. Sólin bakaði og tað var blikalogn, meðan fólk hátíðarhildu tjóðardagin í góðveðrinum í høvuðsstaðnum.
Góða veðrið hevur tó nakrar eyka avbjóðingar við sær, ið føroyingar vanliga ikki nýtast hava í huga. Tað fekk eigarin av einum hundi at sanna í gjár, tá sløkkiliðið bleiv boðsent at bjarga hundinum hjá viðkomandi.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at um fimm tíðina í gjár fingu tey eina fráboðan um, at ein hundur var innilæstur í einum bili, meðan sólin bakaði. Tí blivu boð send eftir sløkkiliðnum, ið megnaðu at lata hurðina á bilinum upp og fáa hundin út.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at hundurin hevði tað gott, tá ið hann varð bjargaður úr bilinum.

Bjargaðu hundi úr heitum bili












