Bjargaðu 150 flóttafólkum

Ein ferja bjargaði í gjár 150 flóttafólkum, sum vóru umborð á einum skipi, sum var farið á land á griksku oynni Elaonissos. Tað er ikki greitt, hvørjum landi fólkini eru úr.

Girksku fjølmiðlarnir skriva, at flóttafólkini høvdu tað gott, tá ferjan tók tey upp. Tey flestu vóru farin av skipinum og sótu á skerjum og flesjum og bíðaðu eftir hjálp.

Á hvørjum ári koma fleiri túsund flóttafólk til Grikkalands. Í fjør vórðu umleið 100.000 tikin, so skjótt tey komu í land, og umleið 30.000 bíða eftir boðum frá myndugleikunum um, hvat skal henda teimum.