Bjargaðu 1.000 tonsum av mati

Mikudagin kom eldur úi høvuðseltalvuna á Rækjuvirkinum á Oyri. Hetta gjørdi, at 1.000 tons av rækjum og skeljum, ið vóru á goymslu í frystigoymsluni, vóru í vanda. Men vøran varð bjargað. El-Talvuvirkið í Gøtu átók sær at gera nýggja eltalvu upp á mettíð.

Mikudagin uppdagaðu fólk á Rækjuvirkinum á Oyri, at eldur var komin í høvuðseltalvuna á virkinum. Av tí at hetta var í arbeiðstíðini, varð eldurin uppdagaður næstan beinan vegin, og tískil varð hann sløktur áðrenn hann slapp at breiða seg. Men eldurin í el-talvuni var hóast alt ikki heilt meinaleysur. Eldurin gjørdi nevniliga, at frystaríðið ikki virkaði, og tí vóru tey 500 tonsini, ið vóru á goymslu, í vanda fyri at verða oyðiløgd.

Fyri at fáa frystigoymsluna í gongd aftur sum skjótast, heitti leiðslan á Rækjuvirkinum á El-Talvuvirkið í Gøtu, um at gera eina nýggja talvu so skjótt sum til bar. Hetta var ikki nøkur lítil uppgáva, ið El-Talvuvirkið fekk í boði, men tikið varð hóast alt av.


Aldri arbeitt undir slíkum trýsti

Pauli Jarnskorð frá El-Talvuvirkinum sigur, at hann aldri hevur arbeitt undir slíkum trýsti fyrr. Men neyðugt var at bera skjótt at, fyri at goymslan hjá Rækjuvirkinum ikki skuldi fara fyri skeyti.

Pauli Jarnskorð sigur, at talan var um eina eltalvu, ið er einar 2 metrar høg og 3 metar breið. Hann sigur, at tað vanliga tekur teimum um 200 arbeiðstímar ella hálvaaðru viku at gera eina slíka talvu. Men hesuferð gjørdu teir talvuna eftir fáum døgum. Teir byrjaðu arbeiðið hósmorgunin klokkan átta og vóru lidnir sunnudagin klokkan sekstan. Talan var tilsamans um átta mans, ið vóru við í arbeiðinum at gera eltalvuna. Teir býttu arbeiðið soleiðis ímillum sín, at fýra vóru á Rækjuvirkinum og settu upp, meðan aðrir fýra vóru á El-Talvuvirkinum og gjørdu tær ymisku sektiónirnar.

Frá El-Talvuvirkinum verður sagt, at tað var sera hart at arbeiða undir so hørðum trýsti. Tey siga, at seinasta takið at gera talvurnar lidnar, varð arbeitt 35 tímar uttan svøvn.


Ikki skjótari úr Danmark

Pauli Jarnskorð frá El-Talvuvirkinum í Gøtu sigur, at hann heldur ikki, at tað hevði borið til hjá Rækjuvirkinum at fingið el-talvuna skjótari úr Danmark. Hann sigur, at talan er um eina so stóra talvu, at ikki hevði borið til at fingið hana við flogfarinum. Tí er hann glaður fyri, at tað bar til hjá teimum at gera talvuna so skjótt, at einki hendi goymsluni á virkinum.

El-Talvuvirkið hevði annað arbeiði at gera, tá teir fóru undir talvuna til virkið á Oyri, men hetta varð skúgvað til viks, fyri at bera skuldi til at fara undir tað stóra arbeiðið at gera talvuna til Rækjuvirkið. Men hóast alt koma hini viðskiftafólkini hjá El-Talvuvirkinum ikki at bíða eftir, at teirra arbeiðið verður gjørt. Alt tað vanliga arbeiðið á El-Talvuvirkinum er nevniliga uppafturtikið í dag, so ikki kann roknast við seinkingum viðvíkjandi øðrum arbeiðum hjá virkinum.


Varveittu kuldan

Sofus Poulsen frá Rækjuvirkinum á Oyri sigur, at hóast eingin streymur var á frystigoymsluni hjá teimum í tríggjar dagar, varveittu teir kuldan. Hann sigur, at tað ikki hitnaði meira enn trý stig í frystigoymsluni hesar dagarnar. Men hetta kom sjálvandi av, at hurðarnar inn á goymsluna aldri vórðu opnaðar hetta tíðarskeiðið. Sofus Poulsen sigur, at um hurðarnar vórðu opnaðar, høvdu tey ikki klárað at varveitt tann sama kuldan í frystigoymsluni, og so hevði vandi verið fyri, at okkurt fór fyri skeyti.

Meiningin var, at virkið skuldi senda tvær bingjur - eina av rækjum og eina av skeljum - avstað hósdagin, men hetta bar ikki til. Hurðrarnar til frystigoymsluna máttu nevniliga ikki opnast. Tískil gjørdist neyðugt at útseta hesa søluna. Men hetta var í lagi, keyparin skilti trupulleikan, og bingjurnar fara avstað um eina lítla viku í staðin.

Sofus Poulsen sigur, at óhappi ikki hevur kostað Rækjuvirkinum tað stóra. Hann sigur, at talan er um ein tryggingarskaða. Hann vísir somuleiðis á, at virkið ikki hevur mist meira enn 1-2 arbeiðsdagar, orsakað av óhappinum.

Spurdur, um hann er væl nøgdur við arbeiðið hjá El-Talvuvirkinum, sigur Sofus Poulsen, at hann er sera glaður fyri, at so skjótt varð atborið.

Hóast nýggja el-talvan nú er komin upp at standa á Oyri, so er tó okkurt smávegis eftir at gera við hana. Í løtuni koyrir hon bert manuelt, men frá El-Talvuvirkinum í Gøtu verður sagt, at talvan fer at virka sum hon skal fyrsta dagin.