Bjarga útgerðini

Størsta ljóðannlegg í Føroyum og alt pallljós í Føroyum umframt nógv, sum er flutt til Føroyar var sett upp á stóra pallinum í sambandi við Scorpions brakið. Nú er hon vát. Hjalmar Hvítklett, stjóri á Ljóðtøkni, sigur, at teirra arbeiðið má lýsast sum ein bjargingarroynd.

 

Seinastu tríggjar tímarnar hava vit bara roynt at bjarga útgerðini, sigur Hjalmar, ið rekur nógv størstu ljóðfyritøkuna í landinum og leverarar ljóð- og ljósútgerð til nærum øll tiltøk í landinum.

 

Tað er eingin ivi um, at hetta er ein stórur smeitur fyri føroyska konsertútgerð. Hjalmar hevur tryggjað sína útgerð, men í oysregninum hevur eitt nú ljósútgerðin hingið ber í fleiri tímar og er gjøgnumbloytt.