– Hetta hevur stóran mentanarligan og søguligan týdning.
Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, nú býráðið hevur tikið stig til at varðveita tað seinasta, gamla fiskaplássið í Havnini og at gera tað opið fyri almenningin.
Talan er um fiskaplássið Yviri við Strond sum varð kallað fiskastykkið hjá Johannes í Stórustovu. Tað er á Torvgarðstanga, norðanfyri húsið mitt á myndini, har radioamatørarnir og felagið fyri Ellisakfør, halda til.
Men býráðslimir halda, at nú er stykkið ikki nakað prýði fyri Havnina, har er nógv órudd og stykkið er tilgrógvið við hømilium og illgresi og sjávt húsið er í so ringum standi, at rættast er ta taka tað niður, sigur umsitingin hjá býráðnum.
Fyrr vóru nógv fiskastykki í Havnini, men nú er bara hetta eina stykkið eftir og nú skal tað ruddast og leggjast aftur sum tað sá út, tá ið fiskur varð turkaður á tíð í gomlum døgum.
Annika Olsen sigur, at Havnin hevur eina stolta fortíð sum fiskivinnubýur og hon er ikki serliga stolt av, at so fá minni eru eftir frá hesari farnu tíð, sum hevur havt so stóran týdning fyri Havnina.
Tí er tað ein virðiligur varði fyri Havnini sum fiskivinnubýur, at hetta fiskastykkið kemur aftur til heiður og æru, sigur borgarstjórin. Og hon vísir á, at hetta er tað seinasta fiskastykki, sum er eftir, so hetta er síðsti møguleiki at virða og heiðra okkara søgu á hesum øki.
Hetta er annars eitt gamalt mál, tí tað varð reist longu fyri 25 árum síðani, í 1992, men tað kom ongantíð longur, fyrrenn nú.









