Bjarga roykjarum og vraka kvinnur við krabbameini

Politikarar í samgonguni vilja heldur lata roykjarum 18 milliónir í stuðuli úr landskassanum enn at koppseta ungar gentur fyri at bjarga teimum frá at fáa krabbamein

- Hetta er eitt stórt vónbrot, men tað er eisini púra óskiljandi.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum er ikki fegin um tað, sum er hent seinastu dagarnar.

Tað, sum serliga ørkymlar hann, er, at politikarar í samgonguni tvingaðu Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, at taka kunngerðina aftur, sum skuldi banna ferðafólki at innflyta tollfríar sigarettir til Føroyar.

Hevði tollfría sølan verðið avtikin, hevði tað útvegað landskassanum eina eyka inntøku upp á 18 milliónir krónur.

- Men samstundis halda vit okkum ikki hava ráð til at bjóða ungum gentum ókeypis koppseting ímóti krabbameini í lívmóður hálsinum, hóast tað bara hevði kostað eina 2,5 milliónir krónur næsta ár.

Hann staðfestir, at tollfrí søla av tubbakki, er ikki annað enn almennur stuðul til tey, sum roykja.

Og hann skilir snøgt sagt ikki, hvussu politikarar kunnu fáa seg sjálvar til at tvinga landsstýrismannin í fíggjarmálum til at halda fast um hendan studning, samstundis sum vit mugu sleppa ætlanini at koppseta tær ungu genturnar fyri at bjarga teimum undan at fáa krabbamein í lívmóðurhálsinum seinni í lívinum.


Veldug andsøgn

Í Føroyum fáa upp ímóti 20 kvinnur krabbamein í lívmóðurhálsin um árið og bæði danska heilsustýrið og landslæknin hava mælt til, at ókeypis koppseting verður sett í verk, tí tað kann forða fyri teimum allarflestu av hesum krabbameinstilburðum.

Í hesum sambandi var ætlanin at bjóða øllum 12 ára gomlum gentum ókeypis koppseting fyri at forða fyri, at tær fingu krabbamein í lívmóðurhálsin seinni í lívinum.

Ætlanin var at seta hesa koppseting í verk frá 1. januar, men nú er ætlanin slept, tí heilsuverkið hevur ikki ráð til tað, hóast talan bara er um eina útreiðslu upp á góðar tvær milliónir í eini byrjunartíð upp á tvey ár, men eftir tað kostar tað bara 1,1 millión um árið.

- Tað er ein veldug andsøgn í, at politikarar vilja varðveita eina skipan, sum veitir roykjarum 18 milliónir krónur í almennum studningi um árið, samstundis sum vit ikki hava ráð til at seta ætlanina í verk at koppseta ungar gentur ímóti krabbameini, heldur Hans Pauli Strøm.


Skorið inn á bein

Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevði hesa koppestingina við í upprunaliga upplegginum til fíggjarlóg fyri næsta ár.

Men síðani er stígur komin í búskapin og tískil fingu øll landsstýrisfólkini kravboð um at avmarka vøksturin í fíggjarlógini mest møguligt.

- Sostatt er alt skorið burtur í heilsuverkinum, sum bara ber brá av nýskapanum, tí tað er ikki rúmd fyri nøkrum uttan at varðveita tann neyðuga raksturin.

Hans Pauli Strøm sigur, at tað hevur ført til, at koppsetingin datt niðurfyri, saman við so nógvum øðrum.

Hann skilir væl, at tey í Føroya Felag móti Krabbameini eru vónbrotin, sum tey boðaðu frá í Sosialinum í gjár.

Tey skilja ikki, hví ætlanin um koppsetingina er slept, tí hetta er eitt heilsupolitiskt tiltak, har tað snýr seg um at bjarga mannalívum og tað kann gerast fyri smápengar.

- Alt, sum hevur við heilsuverkið at gera snýr seg um mannalív í størri ella minni mun. Eg fái ikki sagt annað, enn vit eru skorin inn á bein, so at vit fáa ikki ráð til annað enn at varðveita raksturin, sum er. Og eg skilji framvegis ikki, at politikarar heldur vilja varðveita almenna studningin til roykjararnar, sigur Hans Pauli Strøm. 


Bjarga lívi fyri smápengar

Í Føroya Felag móti krabbameini eru tey ómetaliga vónsvikin av, at ætlanin at koppseta 12 ára gomlum gentum móti krabbameini í lívmóðurhálsinum

Jansy Gaardlykke í Føroya Felag móti Krabbameini, segði við Sosialin í gjár, at táið bæði danska Heilsustýrið og Landslæknin í Føroyum hava mælt til at seta hesa koppseting í verk, átti at tað verið tórført at sett tey tilmælini til viks.

Annars ber til at keypa koppseting, men tað kostar 4000 krónur fyri hvønn. - Tað eru nógvur pengar at leggja á borðið og tað ber sjálvandi í sær, at tað vera tey meiri vælbjargaðu, sum hava ráð at koppseta seg og ikki hini.

Jansy Gaardlykke vísir á, at tað eru smápengar tað snýr seg um hjá landskassanum, tí tað kostar ikki meiri enn eina góða millión hjá heilsuverkinum at koppseta allar 12 ára gamlar gentur.

- Tað eru fyri ein stóran part kvinnur í góðum árum og mammur, sum fáa krabbamein í lívmóðurhálsinum, so hetta er ein sjúka, sum mangan hevur heilt álvarsligar menniskjansligar avleiðingar fyri heil húski, sigur Jansy Gaardlykke.