Bjarga grind í Cape-Town

19 hvalir hava gjørt landgongd við Cape Town, og nú stríðast sjálvboðin við at bjarga hvalunum. Teir 19 hvalirnir gjørdu onkursvegna landgongd í gjárkvøldið, og fyrrapartin í dag høvdu fimm av hvalunum latið lív, verður sagt.

Sjálvboðin hjálparfólk royna at køla hvalirnar við at balla teir í vát teppi og við áhaldandi at pøsa vatn á teir.

Myndugleikarnir royna nú at bera soleiðis í bandi, at hvalirnir verða koyrdir við lastbilum til aðra havn nærhendis, og á tann hátt royna at fáa teir til havs aftur.