Bjarga gomlum njósnaraflogfari

Á sumri í 1952 skutu russar eitt svenskt njósnaraflogfar niður í altjóða loftrúmi yvir Eystrasalti. Nú verður vrakið tikið uppaftur

Kalda kríggið var í hæddini, tá eitt sovjetskt jagaraflogfar av slagnum MIG-15 skjeyt tað svenska flogfarið niður. Sviar mótmæltu og vildu vera við, at tey átta fólkini í tí svenska flogfarinum vóru á einari vanligari venjingarferð. Russar svaraðu aftur, at teir høvdu als ikki skotið nakað flogfar niður.

Ikki fyrr enn í 1983 játtaðu svensku myndugleikarnir, at flogfarið í veruleikanum hevði verið á njósnaraferð. Átta ár seinni, í 1991, viðgingu russar so, at tað var eitt av teirra flogførum, sum hevði skotið tað svenska flogfarið niður, tí tað hevði njósnast fyri USA og Bretland. Tað avsannaðu sviar, men í 1993 viðgekk svenska stjórnin, at upplýsingar frá njósnaraflogførunum vórðu sendar amerikanarum og bretum.

Nú, 52 ár seinni, skal vrakið av tí niðurskotna njósnaraflogfarinum takast upp av botni í landnyrðing úr Gotlandi. Tað bleiv funnið seinasta summar á 70 favna dýpi. Bjargingararbeiðið byrjaði hósdagin.