Bjarga Deyðahavinum

Myndugleikarnir í Jordan og Ísrael eru vorðnir samdir um eina verkætlan, sum hevur til endamáls at bjarga Deyðahavinum.
Deyðahavið er minkað nógv seinnu árini, men nú ætla jordanar og ísraelsmenn at leiða vatn úr Reyðahavinum í Deyðahavið. Ætlanin umfatar eina røtleiðing, sum er mett at kosta einar seks milliardir krónur. Rørleiðingin verður einar 320 kilometrar long.
Seinnu árini er vatnstøðan í Deyðahavinum fallin umleið ein metur um árið.