Bjarga Afrika úr Kaldbak

Í Kaldbak lat ein nýggjur handil upp mánadagin. Handilin selir brúkt barnaklæði, og allur peningurin fer til børn í Sierra Leone. – Tað hevði kanska verið lættari at havt handilin í Havn, men fólk koyra landið runt ymiskt, so tey kunnu gott koma her eisini, sigur Sólmei Eydna Nolsøe

Ein handil í Kaldbak. Tað er ein søga í sær sjálvum, men sannleikin er hann, at ongin handil av nøkrum slag, var í Kaldbak fyrr enn mánadagin.

Tá lótu Sólmei Eydna Nolsøe og onnur handil upp við brúktum barnaklæðum, so nú er ein handil í Kaldbak.

- Tað hevði kanska verið lættari at havt handilin í Havn, men fólk koyra landið runt ymiskt, so tey kunnu gott koma her eisini, heldur Sólmei Eydna Nolsøe.

Hon leggur afturat, at tað er í Kaldbak, at tey hava møguleika fyri hølum, og at tað hevði verið alt ov dýrt at skula leiga seg til okkurt í Havn.


Hjálpa Afriku

Orsøkin til, at handilin er til, er at eitt barnaheim í Sierra Leone skal útbyggjast. Í løtuni eru fimm børn har, men Pauli Nolsøe, sum er svágur Sólmei Eydnu Nolsøe, skal niður aftur í novembur, og tá er ætlanin at fáa fimm børn inn afturat, umframt at brunnur og garður skulu gerast. Handilin er bert til at skaffa fígging til hetta.

Barnaheimið er í eini lítlari bygd beint við Free Town í Sierra Leone í Afriku. Tað varð bygt upp á tríggjar vikur í 2007 av nøkrum føroyingum og nøkrum lokalum.

- Tað lá eitt sindur í luftini, at vit skuldu fara niður at hjálpa Paula, so vit fóru bara við. Eg haldi, at tað eru nógv, sum vilja hjálpa, men mann skal líkasum skumpast í gongd ella fáa møguleikan, sigur Sólmei Eydna Nolsøe.

At velja, hvar tey vildu hjálpa var rættiliga einfalt, tí Pauli Nolsøe hevði longu verið í økinum, og tað var onkursvegna vorðið hansara, og tí var lætt at fara aftaná.


Ein barnahandil

Spurd, hví tey endiliga valdu at gera ein endurnýtslu handil fyri at vinna pening til hesi børnini í Afriku, greiðir Sólmei Eydna Nolsøe frá, at hon fekk eina dóttir, og tí gjørdist tað so øgiliga einfalt.

- Tað eru nakrir mánaðir síðan, at hugskotið kom. Eg fekk eina dóttir, og so fekk eg eina rúgvu av klæðum til hennara. So hugsaði eg bara, at tað burdi borið til at gjørt ein handil við barnaklæðum, tá tað eru so nógv, sum eiga klæðir inni, greiðir hon frá.

Sólmei Eydna Nolsøe sigur somuleiðis, at fyrimunurin við barnaklæðum er, at børnini vaksa so skjótt úr teimum, at tey ofta eru í heilt góðum standi, tá børnini ikki passa tey longu. Og so er tað eisini eitt sindur stuttligt at keypa klæði, tá mann kann róta eitt sindur fyri at finna tað rætta.


Gingið væl

Handilin hevur bara verið opin í tveir dagar. Hann er bara opin tvær ferðir um vikuna, tí ongin fær løn fyri at reka hann, tí alt skal til Afriku, men higartil hevur undirtøkan verið rímilig.

- Vit hava havt so stutt opið, men her hava verið nøkur, og vit vóna sjálvandi, at tað koma fleiri, sum ikki vilja rinda so øgiliga nógv fyri barnaklæðir og samstundis hjálpa børnum í Afriku, greiðir hon frá.

Somuleiðis staðfestir Sólmei Eydna Nolsøe, at tað eru óendaligir møguleikar at hjálpa, men at tey í løtuni royna at halda fokus á barnaheiminum.


Soleiðis gert tú

Handilin er við Skriðubakka 8 í Kaldbak, og er opin mánadag og týsdag frá 13 til 17.

Ynskir tú at geva handlinum leikur ella klæði, so kanst tú ringja á 255881 og boða frá, so koma fólk eftir lutunum.