Bjørt Samuelsen visti ikki um partabrævasøluna í Atlantsflog, fyrr enn handilin varð endaliga framdur í verki. Landsstýriskvinnan vil hava málið lýst til fulnar. Landsstýrið er størsti, einstaki partaeigari í Atlantsflog og umboðar tveir triðingar av partabrøvunum í felagnum. Kortini fekk landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, onga kunning um, at nevndin í Atlantsflog arbeiddi við eini ætlan um at keypa helvtina av partabrøvunum frá ovastu leiðsluni í fyritøkuni, og tí heldur ikki at talan var um at keypa fyri ein yvirkurs á 10 prosent.
- Nei, eg visti onki. Hvørki Vinnumálaráðið ella eg sjálv fingu nakra kunning, áðrenn handilin varð endaliga avgreiddur. Eg fekk hetta at vita, eftir at handilin var farin fram, tað var mikukvøldi í síðstu viku, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon hevur nú biðið umsitingina hjá sær lýsa málið út í æsir.
- Tað er eingin ivi um, at signalvirðið hevði verið betri, um handilin ikki fór fram, sigur Bjørt Samuelsen.
Málið snýr seg um, at ovasta leiðslan í Atlantsflog hevur selt helvtina av sínum partabrøvum í Atlantsflog til Atlantsflog, tilsamans 11.111 partabrøv, fyri kurs 240. Handilin fór fram mikudagin 18. juni 2008, tá kursurin á partabrævinum í Atlantsflog annars var 219.
Les meira í Sosialinum, sum kom á gøtuna seinnapartin.