- Vit kunnu ikki raðfesta nakrar pottar av lunda framum tørvin at bjarga stovninum. Eisini tingfólkum dámar væl lunda, so friðingin verður avtikin aftur so skjótt sum gjørligt. Tað heldur Bjørt Samuelsen tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Tað var hon, sum fyrst í mars tók vánaligu støðuna hjá lundanum upp í Løgtinginum og hon fegnast um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, nú kannar møguleikan at friða lundan.
Henni hóvar ikki tankan um, at tað ikki skal bera til at fáa sær eitt kók av lunda.
- Men, tá ið støðan er so álvarsom, ber ikki til at raðfesta nakrar pottar av vælsmakkandi lunda framum tørvin at gera tað, sum gerast kann, so stovnurin fær møguleikan at menna seg aftur, heldur hon.
Hon er ikki samd við Tummas Frank Joensen úr Skúvoy, sum á Portalinum í morgum mælti heldur til at áseta eina lundakvotu.
- Tað ber illa at áseta kvotu, tá ið so gott sum einki er at býta, heldur Bjørt Samuelsen.
Hon vísir á, at støðan hevur staðið við og versnað í áravís, og 2010 var ringasta ár, fólk yvirhøvur vita um í Føroyum, tí tá vórðu einans 339 lundar fleygaðir í øllum landinum.
Hon fegnast um, at Jacob Vestergaard tykist at lurta eftir fuglafrøðingunum.
At friða lundan smakkar ikki øllum væl, men hann fær mín fulla stuðul at friða lundan, sigur tjóðveldiskvinnan á tingi.
- Ongum nýtist at óttast fyri, at veiðibannið ikki verður tikið av aftur so skjótt sum tað yvirhøvur er ráðiligt, tí heldur ikki tingfólk vilja vera eitt lundakók fyriuttan, leggur hon afturat.