Bjørt Samuelsen og øl!

Í sini tíð, 1907, vóru tað kvinnurnar, ið bardust og vunnu á rúsdrekkaóskilinum í Føroyum

Nú í 1009 ganga kvinnurnar á tingi á odda og »lokka« menninar - teir sýnast at vera sera veikir á hesum øki. Eg haldi, at vit eiga at standa ímóti sterkari øli í landinum, sjálvt um vit skulu standa einsamallir millum øll hini øllondini. Eg og mong við mær undrast, at kringvarpið - bæði sjónvarp og útvarp - geva so nógv rúm fyri reklamu av øli og brennivíni.
Góða Bjørt og allir tínir stuðlar, fái ein annan sunnan og uppbyggjandi hugburð, hvat er gagnligt fyri land okkara. Sum eg havi sagt við teg fyrr, øl og brennivín byggir ikki land!
Royn hendur at ávirka tínar starvsfelagar í tinginum at forða fyri sterkari øli uttanífrá enn tað, ið er loyvt í Føroyum. Gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári.

E.S. Øl og brennivín stendur í stórari andsøgn til nýggju ferðslulógina. Royn at brúka vit og skil!