Bjørt og Bjarni fingu Betri legatið

Tað gjørdust Bjørt Hentze Magnussen og Bjarni Rasmussen, sum fingu Betri legatið hesaferð.

Legatið varð latið á Betri deildini í Havn í gjár í sambandi við Pisudagar 2019, og eins og vanligt vórðu latnar 15.000 til hvønn.

Betri legatið er ein útbúgvingarstyrkur til føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uppihald uttanlands í beinleiðis sambandi við útbúgving. Fýra lesandi um árið fáa legatið, ið verður latið tvær ferðir árliga.

Bjarni Rasmussen lesur Business Economics á University of Pennsylvania, Wharton School of Business í USA og var í summar í starvsvenjing í Kina.

Bjørt Hentze Magnussen lesur Business Administration and Service Management á Copenhagen Business School í Danmark og skal til Bali eina lestrarhálvu á Warmadewa University.