Bjørt krevur neyvari svar um Smyril Line

Ein fyrispurningur frá Bjørt Samuelsen til landsstýrismannin í vinnumálum um Smyril Line er settur av nýggjum, tí løgtingskvinnan ikki metir seg at hava fingið nøktandi svar Fyrispurningurin varð settur 21. november skrivliga, men verður nú fylgdur upp av einum munnligum fyrispurningi.

Skrivligi fyrispurningurin varð settur eftir grein 52 og snýði seg um fíggjarstøðuna hjá Framtaki og partaeigarasáttmálan í sambandi við bjargingina av Smyril Line.

- Av tí at spurningarnir bert lutvíst vórðu svaraðir í skrivliga svarinum, verða teir fylgdir upp í munnligum fyrispurningi í dag. Teir snúgva seg um, at landsstýrið 8. desember fer at gera avtalu um, at landsstýrið skal hava vald á nevndini í P/F Smyril Line. Hetta hóast Framtak er høvuðspartaeigari í fyritøkuni og til samans hevur sett 95 mió. krónur í felagið, sigur Bjørt Samuelsen í viðmerking til fyrispurningin.