Í sambandi við stóra mentanarátakið, Nordic Cool, sum er í Washington í hesum døgum, var í gjár orðaskifti um javnstøðu í politikki og javnstøðu sum heild.
Millum annað var løgtingskvinnan, Bjørt Samuelsen, partur av hesum orðaskiti, har dentur serliga varð lagdur á, hvat Norðurlond í felag hava gjørt fyri at fremja javnstøðu sum grundsúlu undir einum javnsettum samfelag.
Bjørt Samuelsen, sum av Norðurlandaráðnum var biðin um vera við í orðaskiftinum, greiðir í samrøðuni niðanfyri frá, hvussu hon upplivdi orðaskiftið og hvat hon lærdi av tí, sum hon kann hava við sær heimaftur til Føroya: