Seinasta umfarið í fyrru hálvu í heimligu talvkappingini varð telvað í vikuskiftinum.
Steintór og Rødgaard á 1. borði
Steintór Rasmussen hevur ikki telvað við á fyrsta liði fyrr í ár, og tí vónaðu klaksvíkingar at nýta hann til at taka vestmenningar á bóli, tí tað kundi verið, at vestmenningar ikki høvdu fyrireikað seg uppá hetta liðið.
Talvið varð sett í gongd kl. 14, somu tíð sum Fríðriksson varð vígdur bispur. Hetta gjørdist eitt sera friðarligt talv, og teir báðir samdust skjótt um javnleik. Um talvið varð ávirkað av bispavígsluni er ilt at siga, men friður valdaði yvir borðinum, og tá talvið varð liðugt, vóru allir bisparnir enn á borðinum.
Carl Eli og Ólavur á 2. borði
Talvið var eftir bókini teir fyrstu 12. leikirnar, og tá varð støðan sera jøvn. Støðan hjá Carl Eli varð tó eitt sindur lættari at spæla enn hjá klaksvíkinginum, tí Ólavur hevði eina veika finnu á miðjuni á borðinum. Eftir drúgva tíðarneyð, bjóðaði Carl Eli javnt í einari fløktari støðu. Carl Eli hevði tó møguleikan at seta trýst á Ólav, men sá ikki avgerandi leikin í tíðarneyðini, og tí endaði talvið við javnleiki.
Finnbjørn og Martin á 3. borði
Martin Brekká hevur telvað við vestmenningum, eftir at talvfelagið við Streymin tók seg úr kappingini í fjør.
Finnbjørn legði væl út, og við einum bispaoffri í 12. leiki fekk hann greiðan fyrimun. Martin tók annað skinn um bak og kastaði alt, sum hann hevði, eftir bjørnini. Brekkan gjørdist ov tung, og bjørnin fann ikki røttu leikirnar, og endin varð, at Martin fór avstað við heila stiginum.
Samson og Rani á 4. borði
Samson Højgaard, ið telvar fyri vestmenningar, legði hart út við kongabragdi, og lat ein rók fyri ein riddara móti Rana Nolsøe. Talvið gjørdist rættiliga vilt, og Samson vísti, at styrkin lá á talvborðinum og ikki í hárinum. Hann fekk eitt øgiligt álop, sum Rani ikki megnaði at halda aftur, og endin varð, at Rani misti tamarhaldið á støðuni og gav tí stigið.
Hervið vunnu vestmenningar 3-1 og liggja nú trý stig frammanfyri fyrsta liðið hjá klaksvíkingum í stríðnum um FM heitið.
Ein onnur bjørn vaknað
Havnin vann tryggan sigur á øðrum liði hjá Klaksvík. Vert at býta merki í, at Helgi D. Ziska var at síggja á havnarliðinum, og er hetta fyrsta talvið hjá honum í liðkappingini. Helgi vann sítt talv móti Haldur S. Johansen, og samanlagt vann Havnin 3½-½. Undrunarvert er, at Helgi er settur á annað borð hjá havnarliðinum aftanfyri Martin Poulsen, hóast Helgi næstan er 100 ratingstig frammanfyri Martin.
Triðji dysturin í 1. deild var millum annað liðið hjá vestmenningum og Sandavág. Her vann Sandavágur 3-1, og eru teir á triðja plássi bert 1½ stig aftanfyri fyrsta liðið hjá Klaksvík.