Tollararnir í Stuttgart í Týsklandi steðgaðu fyri nøkrum døgum síðani einari 15 ára gamlari gentu, sum var á veg við snartokinum úr Niðurlondum til Sveis, og hon er nú skuldsett fyri rúsevnissmugling.
Gentan hevði eina lítla bjørn av tí slagnum, sum smábørn plaga at spæla sær við. Tollararnir hildu, at gentan var í so stór til at spæla við bjørnina, men gentan greiddi frá, at hon hevði keypt hana til eina yngri skyldgentu. Tá tollararnir vildu sleppa at síggja bjørnina, varnaðust teir, at hon var seymað saman framman, og at hon var dekan ov tung. Illgrunin vísti seg at vera beinur, tí inni í bjørnini funnu tollararnir 72 pakkar av rúsevninum kokain.
Týska løgreglan sigur, at kokainið er næstan 400.000 krónur vert á gøtuni. Gentan hevur greitt frá, at hon skuldi ikki brúka tað sjálv, men at hon hevði fingið 15.000 krónur fyri at taka tað við sær til Sveis.









