Bjørn Kalsø, spyr í munnligum fyrispurningi Jóhan Dahl, landsstýrismann, um nakrar ætlanir eru um at gera reglur á matvøruøkinum, sum eru betur egnaðar til serføroyska heimamarknaðin.
- Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at laga heilsufrøðiligu reglurnar á matvøruøkinum til, soleiðis at skilnaður kann gerast ímillum framleiðslu til útflutnings og framleiðslu til serføroyska heimamarknaðin?
Um svarið er játtandi, so vil Bjørn Kalsø hava at vita, nær tað kann væntast, at betur hóskandi matvørureglur verða settar at galda fyri vøru til heimamarknaðin?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Bjørn Kalsø á, at seinastu tíðina eru matstovur stongdar og handlar hava verið noyddir at avmarka sína sølu orsakað av heilsufrøðiligum krøvum. Matstova í Kirkjubø og matvøruhandil í Klaksvík eru dømi um hetta.
Heilsufrøðiligu krøvini, sum eru ásett sambært ES-reglum, ganga serliga út yvir fyritøkur, sum hava lagt seg eftir serføroyskari tænastu til ferðavinnuna í Føroyum og framleiðslu til okkara heimamarkna annars.
Tá um útflutning ræður, eru tað onnur, ið áseta tey krøv, vit skulu liva upp til. Við tað, at vit eru fiskivinnutjóð, ið livir av fiskaútflutningi er sjálvsagt og neyðugt, at vit fylgja teimum krøvum, sum m.a. ES ásetir á matvøruøkinum. Gera vit ikki tað, sleppa vit snøgt sagt ikki av við okkara vøru.
Men tá ið tað snýr seg um okkara heimamarknað, er burturvið, óneyðugt og langt úti púra ókritiskt at implimentera ES-reglur, ið als ikki hóska til okkara viðurskifti, og mangan eru púra órímilig sæð í mun til íløgu, stødd á marknaði og heilsuvandan.
Gongdin er drepandi fyri føroyska ferðavinnu um landið og kann í ringasta føri púra ógrundað beina fyri nógvum av okkara serføroysku eyðkennum á matvøruøkinum, sigur Bjørn Kalsø.