Mentanarnevndin hjá løgtinginum er alt annað enn nøgd við førda lýsingarpolitikkin hjá Kringvarpinum.
Reaktiónin kemur í kjalarvørrinum á, at Kringvarpið hevur gjørt sáttmála við privat smápartafelag, sum fær heimild at selja sponsoravtalur vegna Kringvarpið av øllum sendingum og øðrum sponsorumráðum hjá KvF, bæði í útvarpi og sjónvarpi.
- Kringvarpið handlar í andsøgn við andan í Kringvarpslógini, sigur Bjarni Djurholm, formaður í Mentanarnevndini hjá løgtinginum
Bjarni Djurholm vísir á, at við verandi gongd verður neyðugt at endurskoða public service sáttmálan, soleiðis at privatu miðlarnir eisini sleppa at bjóða uppá public service uppgávurnar.
Mentanarnevndin hevur fund klokkan 13, og har fer nevndin at fyrireika seg til at kalla Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, í samráð.










