Bjørn nógv eftirspurdur

Bjørn Kalsø er uttan iva mest eftirspurdi maðurin í Løgtinginum í dag.

Klokkan 9.15 fór hann í samráð við Mentanarnevndina hjá Løgtinginum sum vil hava at vita, hvat hann ætlar sær at gera við avtaluna, sum Kringvarpið hevur gjørt við eina privata fyritøku, um at útvega Kringvarpinum sponsoravtalur til sendingarnar hjá stovninum.

Síðani skal mentamálaráðharrin svara fýra skriftligum fyrispurningum á tingi.

Fyrst skal hann svara einum fyrispurningi frá Henrik Old og Bjarna Djurholm um stavraðið, harnæst skal hann svara tveimum fyrispurningum frá Rigmor Dam, einum viðvíkjandi happing í fólkaskúlanum, og einum viðvíkjandi floksis tíma.

Eisini skal hann svara einum fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, sum spyr um lækkandi tímatalið í fólkaskúlanum.