Sunnukvøldið leyp ein bjørn á eina unga kanadiska kvinnu, sum var farin út í ein skóg at súkkla. Tá løgreglan kom fram á kvinnuna, var hon deyð.
Kanadisku myndugleikarnir siga, at bjørnin, ein grizzlybjørn, helt til í einum øki, har nógv fólk búgva, og tí bleiv hon flutt burtur haðani fyri átta døgum síðani. Men sunnukvøldið kom hon aftur og gekk og mól í einum frítíðarøki nakað vestan fyri býin Calgary. Júst har vóru Isabelle Dube og tvær vinkonur og súkklaðu, tá bjørnin leyp á tær. Tað eydnaðist hinum báðum kvinnunum at sleppa til rýmingar, men bjørnin fekk fatur á Isabelle Dube.
Nakað seinni bleiv bjørnin skotin. Myndugleikarnir siga, at hon var bara fýra ára gomul og vigaði 180 pund. Ein vaksin grizzlybjørn kann viga upp ímóti 800 pundum. Hetta er fyrstu ferð síðani 1998, ein bjørn hevur gjørt av við eitt fólk í hesum partinum av Kanada.