Bjørn Kalsø í torførari støðu

Sum skilst fær Bjørn Kalsø tað trupult við at fáa undirtøku í samgonguni fyri at útvega Kringvarpi Føroya 3,5 mió. krónur aftrat

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður arbeiðir við eini ætlan um at finna 3,5 mió. krónur aftrat til Kringvarp Føroya. Hann sigur í stuttari viðmerking, at peningurin helst má finnast aðrastaðni á fíggjarlógini.
Ætlanin hansara er, at Kringvarp Føroya bara skal hava hesa upphædd eina ferð, og tað skal verða næsta ár, tí næsta ár fara ætlaðu tillagingarnar at kosta stovninum dýrt.
Bjørn Kalsø heldur ikki, at tað br til at krevja fult kringvarpsgjald næsta ár, um kringvarpið einki hevur at bjóða. Og tí má stovnurin hava peningin.
Meira vil hann ikki siga.
Samgonguflokkarnir vilja einki siga, hvørja støðu teir hava til ætlanina.
Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum vil ikki siga, hvørja áskoðan hann hevur.
- Sambandsflokkurin og ikki eg tekur støðu, sigur Alfred Olsen.
Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum vil einki siga, fyrr enn flokkurin og samgongan hava viðgjørt málið.
Jenis av Rana í Miðflokkinum vil heldur einki siga.
Sum skilst, eru meiningarnar ymiskar í samgonguni, og onkur tingmaður væntar, at trupult verður hjá Bjørn Kalsø at fáa meirluta í tinginum fyri at hjálpa Kringvarpi Føroya við eini upphædd á fíggjarlógini.