Bjørn Kalsø hartar mismun frá formansskapinum

Norðoyartingmaðurin Bjørn Kalsø leggur seg nú út í stríðið um tingfundin mikudagin. Hann setir spurnartekin við, um øll fáa somu viðferð á Løgtingi. - Tá munnligir fyrispurningar verða settir á Løgtingi, eiga spyrjari og tann, ið svara skal at møta. Einki annað kann góðtakast. Løgtingsins tign skal virðast. Spurnartekin kann tí neyvan setast við tilburðin, tá løgtingsformaðurin sleit tingfundin mikudagin í samband við, at uppmøtingin ikki var í lagi. Løgmaður, sum annars altíð er neyvur í uppmøting, gjørdi tí eisini rætt, tá hann harmaðist tilburðin og bað um umbering, sigur Bjørn Kalsø í lesaraskrivi til miðlarnar

Hann vísir harafturat á, at tá munnligir fyrispurningar vóru fyri á Løgtingi tann 18. november, var Torbjørn Jacobsen ikki møttur, tá fyrispurningur hansara um heilsutrygd skuldi svarast.

- Tingfundurin varð ikki niðurlagdur í skundi, eins og tá løgmaður ikki var møttur. Tingformaðurin gav sær hesaferð góðar stundir, soleiðis at onkur floksfelagi Torbirnar og Hergeirs fekk kannað, um spyrjarin fór at møta. Úrslitið var, at annars altíð atfinningarsami tingmaðurin ikki møtti. Men tá góð løta var umliðin setti annar tinglimur í Tjóðveldi spurningin til landsstýrismannin í heilsumálum og orðaskiftið helt fram, sum um einki var á vási, tíansheldur fall nøkur ábreiðsla, staðfestir Bjørn Kalsø.

Hann heldur tað verða skot fyri bógvin í arbeiðnum at varðveita Løgtingsins tign, um ikki øll landsstýris- og tingfólk, óansæð politiskan lit, fáa somu viðferð og kor at virka undir frá løgtingsformanninum.