Bjørn Kalsø fingið ein stóran trupulleika

Landsstýrismaðurin má greiða frá, hví hann hevur ligið á eini kunngerð í fleiri ár, sum kundi forða fyri at útlendingar leggja føroysk fiskiskip og føroysk fiskiloyvi inn undir seg. Í morgin fer Tórbjørn Jacobsen at reisa málið í Løgtinginum


- Hetta er eitt heilt ótrúliga álvarsligt mál og Bjørn Kalsø má geva okkum eina forkláring.
Tórbjørn Jacobsen, Løgtingsmaður, er reiðiliga skakkur av avdukingini í Sosialinum í gjár.
Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum hevur kannað teir risastóru handlarnar seinastu tíðina, har illgruni hevur verið um, at útlendingar eiga meiri í skipunum, enn 33%, sum teir í mesta lagi kunnu eiga eftir lógini.
Í eini fyribils niðurstøðu, sigur landsstýrismálanevndin beinleiðis, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skúgvað sínar skyldur til viks.
Nevndin sipar til, at Landsstýrismaðurin hevur alla tíðina havt heimild til at gera eina kunngerð, har treytir verða settar, sum tryggja, at lógin verður hildin.
Men hesa kunngerðina hevur landsstýrismaðurin ongantíð gjørt.
Samstundis vísir Landsstýrismálanevndin á, at  øll eru vitandi um, at íløgupeningur í føroysk fiskiskip í alt størri mun verður fingin til vega við útlendskum lánspeningi.
Harumframt hava eigarar og leiðsla í felagnum, sum eiga ávís skip, bundið seg til ikki at taka týåandi avgerðir uttan at útlendski lánsveitara góðkennur tað.
 
Serliga tyngjandi fyri Bjørn Kalsø
- Men nú vísir tað seg, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ligið oman á hesi kunngerðini, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Serliga tyngjandi heldur hann at hetta er fyri Bjørn Kalsø, sum nú er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tí tað er hesi seinastu árini, at teir risastóru handlarnir eru gjørdir.
Og tað vil hann nú hava frágreiðing upp á.
Tí fer hann at reisa málið í Løgtinginum í morgin, har hann fer at spyrja Bjørn Kalsø, hví hann ikki hevur brúkt sína heimild til at gera kunngerðirnar, har treytirnar verða ásettar.
- Tað, at landsstýrismaðurin onki hevur gjørt við hetta málið, er heilt ómetaliga álvarsligt og tað er ein spurningur um hann ikki hongur í eini klænari slintru.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at eitt land, sum missur sítt tilfeingið av landinum, tekur grundarlagið undan sær sjálvum og tá ið landsstýrismenn ikki byrgja upp fyri hesum, sjálvt um teir hava heimild til tað, er ógvuliga álvarsamt.
- Tí hevur Bjørn Kalsø ein stóran trupulleika, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir spurt eftir hesum.
Tórbjørn Jacobsen ásannar, at hetta sama var galdandi í undanfarnu samgongu, sum hann sjálvur var í.
- Men tað er ikki fyrrenn nú, at hetta kemur fram í ljósmála og tað er ikki fyrrenn hesi seinastu árini, at teir stóru handlarnir eru gjørdir.
- Eg má viðganga, at eg visti ikki av, at landsstýrismaðurin hevði tær heimildir, sum skuldu til., men tá í hesi málini komu fram i ljósið, átti landsstýrismaðurin beinanvegin at brúkt tær heimildir, hann hevði at forða fyri hesum.
Ein frágreiðing hevur verið, at Fiskimálaráðið hevur ikki arbeiðsorku til at kanna hvønn einstakan skipahandil.
- Hetta er ikki ein frágrieðing, sum kann góðtakast. Skulu vit lata alt tilfeingið fara á útlendskar hendur, tí at vit ikki hava ráð at seta ein ella tveir fulltrúar at kanna málini. Hetta er so heldur ikki ein frágreiðing, sum landsstýrismaðurin ikki hevur ført fram, fyrrenn nú. Tí er hetta ikki annað enn undanførsla, sigur Tórbjørn Jacobsen.
-